Tað lá ikki í kortinum, at Tottenham skuldi keypa hollendarin, Rafael Van der Vaart, men nakrar fáar tímar undan at flytingarvindeyga stongdi, hendi okkurt.
- Eg fekk at vita frá formanninum í Tottenham, at Rafael Van der Vaart var tøkur fyri góðar 80 milliónir krónur, tveir tímar aðrenn freistin fyri at keypa leikarar fór. Eg haldi hann var ávegis til Bayern Munchen í gjár fyri ikki minni enn 170 milliónir, men nú tað nærkast at flytingarvindeyga verður stongt, so reyk prísurin niður, sigur Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham.
Tað gekk tískil skjótt, at fáa avtaluna uppá pláss. Tað var óvist ígjár, um pappírarbeiði var avgreitt áðrenn freistin fór klokkan 18, men nú hevur Premier League givið Tottenham grønt ljós at keypa Rafael Van der Vaart.
- Áhugin frá Tottenham kom seint og eg hevði ikki nógva tíð at umráða meg í. Eg vil sleppa at spæla fótbólt aftur og helst hvørja viku um tað er møguligt. Eg eri sera fegin í løtuni, sigur Rafael Van der Vaart við hollendskar miðlar.
Rafael Van der Vaart er 27 ára gamal og miðvallari. Hann byrjaði sína yrkisleið í Ajax í Hollandi. Síðani skifti hann til Hamburg í Týsklandi áðrenn hann í 2008 skifti til Real Marid. Hann hevur spælt ikki færri enn 83 landsdystir fyri Holland og skorað 16 mál.










