Tottenham hevur sett umstríddan venjara

Premier League: Tottenham hevur sett ein vinnara sum venjara, men hann er eisini umstríddur

Tottenham boðar í dag frá, at felagið hevur sett Antonio Conte sum venjara. Hann tekur við eftur Nuno Espirito Santo, sum bleiv koyrdur í gjár.

 

Antonio Conte er ein venjari, sum er vanur við at vinna. Hann hevur vunnið Seriu A við bæði Juventus og Inter Milan, og hann hevur vunnið Premier League við Chelsea.

 

Vinnaraviljin kemur ikki uttan stríð, tí fyrrverandi stríðsmaðurin á miðjuni hjá Juventus, er eisini kendur fyri at leggja seg í stríð við leiðslurnar í feløgunum, sum hann er venjari hjá. Hann gongur undir at vera ein venjari, vil hava sín vilja. Og er til reiðar at blíva óklárur við alt og øll, um tað ikki passar inn til høvdið hjá honum.

 

Sáttmálin er fyribils galdandi fram til á sumri 2023, men partarnir kunnu leingja.