Tað hevur sæð illa út hjá Tottenham í summar. Felagið er skuldarbundið av nýggja leikvøllinum, og tí hevur koronufarsóttin rakt Totteham eyka hart. Nú eru tó góð tíðindi at frætta út Tottenham.
Hevði hevur keypt argentinska verjuspælaran, Cristian Romero, frá Atalanta. Hann er høgt í metum og var ein orsøkunum til, at Argentina vann Copa America í summar. Fleiri feløg hava verið eftir honum, men nýggi ítróttarstjórin, Fabio Paratici, hevur tryggjað Tottenham spælaran fyri beint yvir 400 milliónir krónur.
Fyrr í summar boðaði Harry Kane frá, at hann ikki ynskir at halda fram í felagnum. Síðani hevur verið skrivað, at hann ikki er møttur til venjing seinastu vikuna. Í gjár svaraði áleyparin og liðskiparin hjá bæði Tottenham og Onglandi aftur. Hann sigur, at hann ongantíð hevur noktað at venja og møtur til venjing í komandi viku.
Tað verður tulkað sum, at hann helst hevur sæð at skiftið til Manchester City verður ringt at gjøgnumføra, eftir at ensku meistararnir keyptu Jack Grealish frá Aston Villa fyri 875 milliónir krónur. Nýggjur maður við róðrið í Tottenham er Nuno Espirito Santo. Tottenham hevur eisini keypt Bryan Gil frá Sevilla, meðan Erik Lamela er farin hinvegin.
##med2##