Tottenham heldur kósini

Tottenham vann í gjárkvøldið torføra útidystin ímóti Manchester City og heldur harvið fast um fjórða plássið

Premier League

Við einum máli í hvørjum hálvleiki tryggjaði Tottenham sær trý týdningarmikil stig í einum annars sera torførum útidysti.
Robbie Keane skoraði til 1-0 fyri steðgin, og egyptarin Mido økti til endaligu støðuna 2-0 í seinna hálvleiki.
Við hesum úrslitinum liggur Tottenham framvegis væl fyri á fjórða plássi, og útlit eru fyri, at Spurs fer at vinna sær luttøku í Champions League fyri fyrstu ferð nakrantíð. Liðið er bert eitt stig aftanfyri Liverpool, og hetta var eisini fjórðu ferð uppí slag, at málið varð hildið reint.