Tað bleiv til eitt sera væleydnað 2015/2016-kappingarár fyri Tottenham Hotspurs, har felagið leingi var nærmasti kappingarneyti hjá enska meistaraliðnum, Leicester. Ímóti kappingarenda fór luftin tó úr ballónini hjá Spurs, og sum vanligt hevur verið tey seinastu 21 árini, so endaði Tottenham enn einaferð aftanfyri Arsenal og endaði harvið nummar trý í Premier League.
Eitt triða pláss viðførir luttøku í Champions League. Seinasta ferð, har Tottenham luttók í Champions League, var í 2010-2011-kappingarárinum. Tá spældi felagið sínar heimadystir á vanliga heimavøllinum, White Hart Lane, ið tekur 36.284 áskoðarar, men soleiðis verður ikki í komandi kappingarári.
Í morgun skrivar Tottenham nevniliga á Twitter, at tað verður á enska tjóðarvøllinum, Wembley, at felagið úr norðara partinum av London skal spæla sínar heimadystir - í Champions League. Í øðrum kappingum eitur heimavøllurin hjá Tottenham framvegis White Hart Lane.
Tó verður White Hart Lane ikki heimavøllur hjá Tottenham leingi afturat, tí at eftir ætlan skal nýggi leikvøllur felagsins standa klárur við kappingarbyrjan í august 2018. Avtalan hjá Tottenham við Wembley inniber, at felagið møguliga eisini fer at spæla allar sínar heimadystir á Wembley í 2017/2018-kappingarárinum.
Wembley tekur meira enn tvífalt so nógvar áskoðarar sum White Hart Lane. Á enska tjóðarleikvøllinum er pláss fyri heili 90.000. áskoðarum.