Tottenham er í Champions League

Her á City of Manchester Stadium er fagnaðurin á Tottenham leikarunum og viðhaldsfólkinum stórur. Dómarin hevur júst bríkslað fyri seinastu ferð og Tottenham vann ?finaluna? um fjórða plássið.

 

Manchester City leikararnir blivu eisini klappaðir av vølinum av sínum egnu fyri innsatsin í kvøld.

 

Tað var lítið, ið skilti liðini í fyrra hálvleiki. Tottenham hevði vandamiklari royndirnar, meðan heimaliðið hevði bóltin meir. Tættast við var Tottenham framherjin, Peter Crouch, sum stútaði eitt horna á stongina. Løtu seinni stútaði Tottenham liðskiparin, Ledley King, bóltin í mál, men dómarin kolldømdi málið, tá hann metti at King gjørdi fríspark áðrenn.

 

Avloysarin hjá Gunnari, Marton Fulop, var líka við at koma í trupuleikar, tá hann var ov seinur at sparka burtur. Hann sparkaði bóltin beint í kropsskinni á einum Tottenham leikara, men var heppin, tí bólturin fór upp í loft og so kundi Fulop taka bóltin aftur.

 

Í seinna hálvleiki byrjaði Manchester City við at leggja eitt sindur av trýsti á, men so tók Tottenham yvir. Teir vóru spælstýrandi og skaptu fleiri møguleikar. Einu ferðina stórbjargaði Marton Fulop eionum stútara frá Peter Crouch.

 

Avgerandi løtan í dystinum kom tá góðir tíggju minuttir manglaðu. Marton Fulop í Manchester City málinum boksaði eitt innlegg beint í høvdið á Peter Crouch, sum lættliga kundi stúta bóltin í málið til 1-0.

 

Tottenham er nú fýra stig frammanfyri Manchester City á fjórða plássinum.