Tottenham aftur fyri vónbroti

Everton megnaði á heimavølli at venda hóttandi tapi til sigur, og Southampton var sannførandi á útivølli

Tottenham hevði í Hull í dag møguleika at reisa seg eftir 5-1 eyðmýkingin á heimavølli ímóti Manchester City. Tað eydnaðist ikki. Úrslitið var 1-1, og tað er ikki nóg gott hjá teimum, sum ætla sær at stríðast um plássini, sum bera atgongd til europeisku meistarakappingina við sær.

Millum liðini, sum Tottenham kappast við, er Everton. Í dag sá einki út eftir 1. Hálvleik á heimavølli ímóti Aston Villa, sum var frammanfyri 1-0. Men so vísti Everton, at tað framvegis eru knotur í teimum bláu, sum vunnu 2-1 og við sigrinum lyftu seg upp um Tottenham á stigatalvuni.

Southampton staðfesti sína góðu støðu í miðjuni við 3-0 sigri á útivølli ímóti Fulham, sum nú er aftast.