Í gjárkvøldið vóru fleiri av høvuðsnøvnunum á ársins Summar Festivali á skránni. Í millum framførslurnar á Stóra palli á Vágsbøi vóru TOTO og Kim Hansen.
Kim Hansen framførdi klokkan 18.00 á Vágsbøi og eftir øllum at døma eydnaðist tað hjá TOTO at hoyra framførsluna. Tí Kim Hansen skrivar á Facebook, at aftaná hansara framførslu varð hann spurdur um at koma backstage hjá TOTO.
- Dave Paiche og Steve Pocaro vildu heilsa uppá meg aftaná mína framførslu, skrivar Kim Hansen. Víðari greiðir hann frá, at løturnar tá hann framførdi á Vágsbøi og aftaná konsertina vóru frálíkar.
- Vit hava jú Elton John og tangentarnar sum felagsnevnara, og vit fingu eitt gott keypboardprát, skrivar Kim Hansen um løtuna aftaná framførsluna. TOTO framførdu klokkan 22.00 í gjárkvøldið.










