Toto leggur Føroyar fyri sínar føtur

Amerikanski rokkbólkurin Toto eigur mest seldu fløguna í Føroya størsta fløguhandli 3aranum seinastu vikuna. Bólkurin skumpar sostatt Poppkorn, ið hevur átt ovastu rókina í fleiri vikur, niður á annað pláss.

Annars er listin sermerktur á tann hátt, at tvær fløgur, ið ikki hava verið á listanum í eina tíð Poetry & Aeroplanes hjá Teituri Lassen og Til Børnini Hjá Børninum hjá Anniku Hoydal eru komnar inn aftur. Serliga er tað løgið, at fløgan hjá Teituri liggur á 6. plássi fleiri ár eftir, at hon kom út.
 
nud