– Tað er tí, at eg vil ikki hava sjónleik úti á kaiini. Hatta er jú okkara útflutningshavn, so sjálvandi skulu vit ikki byggja ein stóran kassa har, sigur Henrik Old, tá vit spyrja hann, hví hann ikki atkvøddi fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum, tá tað var til 2. viðgerð í Løgtinginum mikukvøldið. Hann sipar til ætlanina um at byggja Tjóðleikhús á Bursatanga.
– Allur okkara útflutningur skal ígjøgnum havnina. Tað er bara blivin veruleikin. Og har byggir man eitt kempistórt hús framman fyri Smyrli. Ein enorman kassa. Har er longu so trongt hjá Smyrli, sigur Henrik Old. Men hann viðgongur samstundis, at tað nyttar einki at tosa um tað, tí tað er einki forstáilsi fyri tí í politisku skipanini.
– Fólk halda bara, at okkum nýtist ikki at hava nakran útflutning. Tað gongur nokk kortini, sigur hann.
##med2##
Men fer Henrik Old eisini at atkvøða í móti fíggjarlógini mánadagin og harvið kanska fella landsstýrið?
– Nei, mánadagin er hetta yvirstaðið. Eina fíggjarlóg skulu vit hava, og tá atkvøður ein stórur partur av Løgtinginum fyri endaligu fíggjarlógini, sigur Henrik Old.
Løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum viðgongur, at hetta var fyri vísa sína ónøgd.
– Men eg haldi fram við at stríðast ímóti hesum.
– Eg gjørdi undir fyrstu viðgerð vart við, at eg tók ikki undir við at byggja tjóðleikhús framman fyri Smyrli. Og eg gjørdi vart við tað á samgongufundi á Hotel Brandan, og eg havi gjørt vart við tað óteljandi ferðir.
– Eg haldi, at tað er totalt vanvid at byggja eitt so enormt hús har, sum tað er so øgiliga trongd frammanundan. Har eru stórir trupulleikar at sleppa av við vøru. Bara frá Smyrili fara árliga eini 500.000 fólk framvið hasum økinum, umframt bussar og so allur okkara útflutning og innflutningur, hvør einasta bingja og hvør einasti trailara, sum kom og fara úr Føroyum, skulu framvið hasum økinum, vísir Henrik Old á.
##med3##
– Har er so trongligt frammanundan, og tað er sum kríggj at sleppa umborð á Smyril. Konteynarar koma flúgvandi í land og skora seg fram allan vegin fyri at sleppa av við teir og fáa teir av landinum. Tað blívur bara meira og og meira av slíkum, tí er hetta tað totala vanvit.
– Og so skal ein brúgv gerast av hesum húsinum niðan á Skansan – og soleiðis blokkera fyri, at stór ting, kranar og annað slíkt skal út á kaiina,
– Eg havi spurt, hvar Smyril skal. Svarið er bara, at »tað finnur man útav«.
Henrik Old vísir á, at nú tosar onkur um at flyta Tjóðleikhúsið nakrar metrar hendavegin ella handanvegin.
##med4##
– Men tað er ein enormur kassi, og hann verður settur har, sum allur útflutnignurin úr Føroyum skal ígjøgnum. Har er ov trongt frammanundan. Og tað er longu fult á nýggju bryggjuni, sigur Henrik Old, sum mánadagin kortini fer at atkvøða fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum.
– Jenis av Rana segði, tá hetta var lagt fram, hvussu fantastiskt hetta var, og hetta hevur stóra undirtøku í tinginum, sum fegið játtar pengar til slíkt. Hetta sigur bara nakað um, hvat hesi fólk hugsa um útflutning og um vinnu í Føroyum, sigur Henrik Old, løgtingsmaður at enda.














