Totalt roykiforboð í august

Býráðið í Fuglafirði hevur samtykt, at tá skúlar og dagstovnar lata upp eftir summarfrítíðina, verður ikki loyvt at roykja á hesum stovnum.

Sosiala nevndin hevur arbeitt við spurningum um roykipolitikkin í kommununi í eina tíð.
Í fyrstu syftu var hugsað um at seta forboð fyri royking á stovnum, har børn vóru - tað er: í skúlum, frítíðarskúlanum, dagstovnum og í dagrøktini.
Nevndin sendi m.a. út hoyringsskriv til stovnarnar. Út frá hesum varð avtalað fram ímóti einum roykfríum skúla og barnaansingarstovnum frá 1. august í ár.
Sosiala nevndin legði fram álit í málinum á seinasta býráðsfundi í Fuglafirði. Og tað tók býráðið somuleiðis undir við.
Eftir summarfrítíðina verður tískil ikki loyvt at roykja á nøkrum av teimum kommunalu stovnunum í Fuglafjarðar kommunu.