Ov fáir toskar í góðum tíðum
Gróðrarlíkindini í havinum hava verið heldur vánalig seinastu tvey árini og fiskurin er rak. Jón Kristjánsson sigur, at so er bara at tynna út, soleiðis at livilíkindini verða fín hjá teimum fiskum, sum eru eftir. Men hvat so tá gróðrarlíkindini í havinum gerast góð? Tá eru ov fáir toskar til at gagnnýta yvirflóðina av føði. Ein toskur kann ikki vera allar staðir í senn og eta. Føðin fer heldur til onnur fiskasløg og aðrar verður í havinum. Veiðan av toski gerst minni, enn hon kundi verið.
Ov fáir stórir toskar til tey ytru økini
Tá grunnarnir vera harðliga troyttir, er toskurin smáur. Hesir smáu toskar eru bert á innaru leiðunum og eta krabbardjór og nebbasild. Toskurin er harvið avmarkaður til tær innaru leiðirnar og kann ikki gera brúk av føðini, sum er longur útiá. Har er ofta nógv til av hvítingsbróðri og svartkjafti, men teir hava einki at óttast, tí toskurin er so lítil, at hann er eingin hóttan. Hvítingsbróðir og svartkjaftur kunnu tí kenna seg tryggar fyri toskinum á uttaru leiðunum. Í staðin eru tað onnur fiskasløg og skapningar í havinum, sum gera sær dælt av hesari føði. Veiðan av toski verður minni, enn hon kundi verið.
Lítið kemur burturúr við høgum veiðitrýsti
Plantugróðurin í havinum setir mørk fyri, hvussu nógv føði verður til fiskin. Um veiðitrýstið er stórt, fer hendan føðin til smáan fisk. Um veiðitrýstið er minni, kemur tað sama (ella meira) upp á land, men fiskurin er størri. Fiskimenninir kundu oftari sitið heima í frið og náðum og kortini fingið líka nógv tons upp á land. Eisini er stórur fiskur skjótari at hagreiða og prísurin er betri.