Toskurin heldur prísin


 

22 tons av toski vóru seld á telefonuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya frííggjamorgunin og toskurin heldur framvegis prísin. Toskurin fór fyri í meðal kr. 19.90.


48 tons vóru tilsamans seld á gólvuppboðssøluni fríggjadagin. Harav vóru meginparturin toskur og svartkalvi. Svartkalvin varð, seldur í meðal fyri kr. 18,73 Prísurin á kalva fall nakað í mun til hósdagin, tá hann fór fyri kr. 47,00 fyri kiloið. Fríggjadagin varð hann seldur fyri kr. 30,00 kiloið


Sæborg, Skrápur, Norðleivur, Gorpur og Faroe Seafood Prime seldu á gólvuppsøluni í gjár.