Fiskamarknaðurin seldi góð 100 tons í dag. Prísurin á toski var heldur lægri enn í gjár, men hýsa, blálonga og svartkalvi fingu góðan prís í dag.
Knappliga 40 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 19,21 krónur í meðal, toskur II fyri 18,13 krónur, og meðalprísurin á toski III var 17,42 krónur fyri kilo. Eini 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fekk meðalprísin 19,01 krónur, og hýsa III fór fyri 17,16 krónur í meðal.
Í dag vóru knappliga 10 tons av blálongu á uppboðssøluni, og hon fór øll fyri 15,63 krónur fyri kilo.
Góð átta tons vóru av havtasku. Havtaska II fór fyri 29,64 krónur í meðal og havtaska III fyri 29,23 krónur. Og góð 20 tons av svartkalva fóru fyri 33,15 krónur fyri kilo.
Tey 100 tonsíni, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri góðar 2,1 milliónir krónur