Toskurin í Eystrasalti komin fyri seg aftur

Toskastovnurin í Eystrasalti hevur ment seg, og fiskifrøðingarnir taka undir við, at kvotan verður økt. Altjóða havrannsóknarráðið ICES sigur, at bæði har eysturi og har vesturi í Eystrasalti hevur stovnurin ment seg so nógv, at hann er líka stórur sum í áttatiárunum. Tí hevur ICES mælt myndugleikunum til at økja kvotuna 15 prosent í eystara parti og 13 prosent í vestara parti, sigur DR.

Kvotan bleiv eisini økt í fjør, og eisini tá tóku friskifrøðingarnir undir við økingini.

Toskastovnurin í Eystrasalti hevur verið illa fyri í fleiri ár, og tað fekk fiskifrøðingarnar til at mæla til veiðibann. Tað vildu politikararnir ikki, men teir samtyktu tó ávísar skerjingar, og nú er stovnurin so komin fyri seg aftur.