Á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun vóru størstu nøgdirnar toskur, upsi og hýsa. Tilsamans vórðu stívliga 80 tons seld fyri eina góða miljón krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 12,77 krónur fyri kilo.
Umleið 29 tons var av toski, harav sløk 20 tons av toski 3, sum fekk miðalprísin 17,74. Umleið 22 tons var av upsa, og her var nógv mest av upsa 4, 12,3 tons tilsamans, sum fekk miðalprísin fimm krónur fyri kilo. Stívliga 13 tons var av hýsu, harav av 7,7 tons var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 14,45.
Lítið var av øðrum fiski á marknaðinum í morgun. Nakað var tó av havtasku, reyðsprøku og tungu - millum tvey og fýra tons av hvørjum fiskaslagi sær. Besti miðalprísur á havtasku var 29,36, besti miðalprísur á reyðsprøku var 7,19 - og besti miðalprísur á tungu var 19,23.