Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 165,8 tons av fiski fyri ein samanlagdan miðalprís á 15,34 krónur fyri kilo. Størstu einstøku nøgdirnar vóru toskur og hýsa.
Av toski var mest av toski 3, 28,3 tons tilsamans, sum fekk miðalprísin 17,75 krónur fyri kilo. Sløk 40 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 14,48.
Eini 15 tons vóru av upsa, og her lá miðalprísurin - alt eftir fiskastøddini - millum 5 og 8 krónur fyri kilo. Tað var tann stóri upsin, sum fekk besta prísin.
Nøkur tons vóru eisini av ávikavist blálongu, kongafiski, havtasku, svartkalva, reyðsprøku og tungu.
Besti miðalprísur blálongu var 8,52, fyri kongafisk 6, havtasku 27,95, svartkalva 31,20, reyðsprøku 9,53 og fyri tungu var besti miðalprísur 18,50 krónur fyri kilo.
Tey 165,8 tonsini, sum vóru á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun, vórðu seld fyri stívliga 2,5 miljónir krónur tilsamans.