Toskur og hýsa á marknaðinum

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á Fiskamarknaði Føroya í gjár var 13,46 krónur fyri kilo.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 193 tons av fiski fyri slakar 2,6 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,46 krónur fyri kilo.

 

Mest var av toski og hýsu, harav 35,4 tons vóru av toski 3, sum fekk miðalprísin 16,83 krónur fyri kilo. Sløk 28 tons vóru av hýsu 2, og her var miðalprísurin 11,72.

 

Triðj størsta nøgdin á marknaðinum í gjár var longa, harav mest var av longu 2, sum fekk miðalprísin 15,22 krónur fyri kilo.

 

Væl av brosmu var eisini á søluni, og her var mest av brosmu 2. Miðalprísurin á brosmu lá úr 7,71 upp í 8,38.

 

Nøkur tons vóru eisini av upsa og reyðsprøku. Besti upsaprísur var góðar 9 krónur fyri kilo, og prísurin á reyðsprøku var 4,51 krónur fyri kilo.