Toskur og hýsa illa fyri

Gýtingarstovnarnir av bæði toski og hýsu eru nógv minni enn ráðiligt er, staðfesta fiskifrøðingar

Toskastovnurin og hýsustovnurin eru illa fyri. Tað staðfestir Eilif Gaard, fiskifrøðingur og stjóri á Havstovuni. Eilif Gaard vísir á, at lívfrøðiliga ráðgevingin byggir serliga á tvey tilvísingarvirði. Gýtingarstovn og veiðitrýst.
Sambært fiskifrøðinginum skal toskastovnurin ikki fara niður um 40.000 tons, hýsustovnurin skal ikki fara niður um 35.000 tons og upsastovnurin skal ikki fara niður um 55.000 tons. Og ikki minni umráðandi er at stovnarnir verða røktir. Fiskifrøðingar hava roknað seg fram til, at í mesta lagi er ráðiligt at fiska 25 prosent av toskastovninum. Av hýsuni skal veiðitrýstið ikki vera størri enn 20 prosent av stovninum, meðan upsastovnurin sambært fiskifrøðingunum tolir eitt veiðitrýst á 22 prosent av stovninum.
Men síðstu árini hava gýtingarstovnarnir, bæði av toski og hýsu, verið væl minni enn minstamarkið. Í báðum føri eru gýtingarstovnarnir minni enn helvtin av tí, sum teir eiga at vera. Orsøkin er heilt einfalt eitt ov høgt veiðitrýst.
Øðrvísi er við upsastovninum. Hóast veiðitrýstið hevur verið størri enn tilmælini frá fiskifrøðini, so heldur upsastovnurin stand.

Stýringin
Á Fiskivinnutinginum mikudagin nýtti Eilif Gaard høvið at eftirlýsa einari betri stýring av fiskiskapinum.
- Vit hava tørv á eini umsitingarætlan, sigur Eilif Gaard, sum í sama viðfangi staðfestir, at umsitingarætlanin frá oktober 2011 framvegis samlar støv í eini skuffu í Fiskimálaráðnum.
- Nei, umsitingarætlanin er ikki sett í gildi, sigur Eilif Gaard, sum var við í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi ætlanina.
Stjórin á Havstovuni skjýtir upp, at løgtingið ger eina rammulóg, sum tekur støði í lívfrøðiligari, fíggjarligari og samfelagsliga burðardyggari nýtslu av tilfeinginum í havinum. Síðani skal ein breitt samansett nevnd gera eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu nógv eigur at verða fiskað.
- Við støði í hesum eina tilmælinum eigur tað at vera upp til landsstýrismannin, ikki løgtingið, at áseta við kunngerð, hvussu fiskiskapurin skal regulerast næsta fiskiárið, sigur Eilif Gaard.