Toskur og hýsa góðan prís

Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun góð 13,4 tons av fiski fyri tilsamans 260.000 krónur. Hetta gevur ein miðalprís á 19, 27 krónur fyri kilo.

Tá hugt verður eftir tølunum yvir søluna í morgun, sæst, at bæði toskur og hýsa hava fingið góðan prís.

Toskur 3 og toskur 4 fóru fyri ávikavist 20,67 og 17, 64 krónur í miðal fyri kilo.

Hýsa 2 fekk miðalprísin 20,26, og hýsa 3 fekk 19,73 krónur fyri kilo.

Ein miðalprísur á 19,27 krónur fyri kilo fyri øll fiskasløgini samanlagt, er góður fiskaprísur á Fiskamarknaði Føroya.

Tað man vera sjáldan, at miðalprísurin á toski og hýsu hevur verið so góður, sum hann var á søluni í morgun.

Leggjast kann tó aftrat, at nøgdirnar, sum seldar vórðu á marknaðinum, vóru lutfalsliga smáar.