Toskur nógv fallin í prísi

Fallið í toskaprísinum hevur verið stórt seinastu tíðina, og í gjár fór toskur 1 fyri miðalprísin 15,95 krónur fyri kilo.

Í gjár var nógvur fiskur á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya. Afturvendandi er, at tá nøgdirnar av toski og hýsu eru stórar, eru prísirnir ofta hareftir.

 

135 tons vórðu seld av toski, og her fekk toskur 1, sum er hin størsti fiskurin, miðalprísin 15,95 krónur fyri kilo. Størstar vóru nøgdirnar av toski 3, stívliga 61,5 tons tilsamans, og her var miðalprísurin einans 13,10.

 

Hýsuprísurin var heldur einki at reypa av í gjár. Góð 95 tons vóru av hýsu, harav mest var av hýsu 2, sløk 60 tons tilsamans. Hýsa 2 fekk miðalprísin 14,99, sum var eitt vet minni enn miðalprísurin á hýsu 1 og hýsu 3.

 

Nógv tær størstu nøgdirnar, sum seldar vórðu á Fiskamarknaði Føroya í gjár, var toskur og hýsa, men nakað var eisini av longu, brosmu, svartkalva og kongafiski.

 

Á uppboðssøluni í gjár vóru tilsamans 282,6 tons, sum fóru fyri tilsamans 4 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 14,35 krónur fyri kilo.