Ein partur av fiskinum, sum kemur inn ímóti, er rak, men alt er ikki líka rak. Tað er eisini góður fiskur ímillum, soleiðis sum viðhefta mynd av bryggjuni í Vestmanna vísir. Fremsti fiskurin er rak, men hinir báðir aftaru síggja út til at vera í góðum standi.
Herfyri sóu vit filmsbrot úr Sørvági, har ein toskatorva stóð undir reyvini á einum skipi, sum lá við bryggju. Fiskurin, sum sást á hesum filmsbroti, var at síggja til rættiliga rak, men trupult kann vera at meta um tað, sum eyguni síggja á slíkum filmi.
Um dagarnar hava útróðrarbátar ligið heilt inni á Vestmanna og fiskað tosk, eins og fólk eisini hava staðið á bryggjuni og fingið tosk á tráðu. Úr Vestmanna søgdu tey mánamorgunin, at toskur framvegis fekst heilt inni á vánni.
Tá In.fo var ein túr í Fuglafirði seinnapartin sunnudagin, lógu nakrir bátar - einir tríggir í tali - hesa løtu beint út fyri Pelagos-bryggjuni og fiskaðu. Seinni var talið av bátum enn størri, men í løtuni vita vit ikki, hvussu sær út í Fuglafirði.
At toskur nærkast landi at leita sær eftir føði, tá nógv er til, og føðin úti á svíkur, er ikki ókent. Men, tað munnu vera nøkur ár síðan, at vit sóu júst hetta fyribrigdið so týðiliga seinast.
Vit skulu eini 20 ár aftur í tíðina, tá væl av fiski - eisini góður toskur - var at fáa á grynnuni millum Saltnes og Strendur, og hetta var eisini um hesa tíðina av árinum. Tá kundi onkur bátur fáa eini 300-400 pund av toski eina løtu.
Herfyri segði Petur Steingrund, fiskifrøðingur, við In.fo, at toskur á landgrunninum hevur verið óvanliga rak eftir gýtingina í ár. Hinvegin er toskurin á Føroyabanka feitur. Fiskifrøðingurin vísti tó á, at fiskurin plagar at fitna aftur, tá tað líður út á heystið.
- Fiskurin brúkar ikki nógv orku fram til desember, og tískil er væntandi, at hann fer at fitna. um nakað verður at eta. Spurningurin er so, hvussu verður við gróðuri í vár, og nær gróðurin kemur, segði fiskifrøðingurin.