Toskur heldur prísin best

Hýsa er skiftandi í prísi, meðan prísurin á toski er meira støðugur í løtuni.

Toskur hevur leingi verið seldur á Fiskamarknaði Føroya fyri góðar 20 krónur fyri kilo, og soleiðis var eisini á uppboðssøluni í morgun.

 

Fýra tær bestu toskastøddirnar, toskur 1, 2, 3 og 4, fóru fyri ávikavist miðalprísin 23,55, 22,42, 21,40 og 19,96 krónur fyri kilo.

 

Besti miðalprísur á hýsu á søluni í morgun var 13,36, sum varð latin fyri hýsu 1, meðan hýsa 2 fór fyri 13,34 og hýsa 3 fyri miðalprísin 11,81 krónur fyri kilo.

 

Onnur fiskasløg á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun vóru brosma og longa. Miðalprísurin á brosmu var 8 krónur fyri kilo - og miðalprísurin á longu lá oman fyri 18 krónur fyri kilo.

 

Á søluni vóru tilsamans sløk 67 tons, sum fóru fyri ein samanlagdan miðalprís á 15,98 krónur fyri kilo - ella fyri stívliga eina miljón krónur tilsamans.