Toskur gevur pengar

Higartil í ár hava norsk fiskifør veitt 120.000 tons av toski, sum er 10-12 ferðir føroysku toskaveiðina fyri alt árið 2007 Javnan verður víst á, at tað loysir seg betri at fiska í eitt nú Noregi og Íslandi enn í Føroyum, og tað liggur líka sum í luftini, at tað eru føroysku sáttmálarnir, sum eru verri enn hinir.

Eitt, sum javnan verður gloymt í slíkum framførslum, er nøgdin av toski, sum havið kring hesi lond ber.

Týdningurin av góðari toskaveiði er ivaleyst nógv størri, enn mong geva sær far um. Hetta sást eisini undir og eftir kreppuárini í Føroyum fyrst í nítiárunum. Tá toskurin kom aftur, vendist gongdin, og nú toskurin aftur er illa fyri, gongur verri hjá botnfiskaflotanum.

Samlaða norska toskaveiðan higartil í ár er sløk 120.000 tons. Til samanburðar kann nevnast, at toskaveiðan undir Føroyum alt árið 2007 bert var eini 11.000 tons.

Íslendska stjórnin hevur skert sína toskaveiði í ár úr 190.000 tonsum í 2007 og niður í 130.000 tons í ár.

Vit skulu ongan samanburð gera, sum byggir á tosk fyri hvønn fiskimann í hvørjum landi sær, men bert vísa á, at føroyska havøkið á ongan hátt ber somu toskaveiði, sum norskur og íslendskur sjógvur bera.

Tøl yvir føroysku toskaveiðina gjøgnum mong ár vísa, at eitt miðal ár ber føroyski landgrunnurin umleið 25.000 tons av toski.

Bæði norska og íslendska toskaveiðan eru størri enn øll botnfiskaveiðan undir Føroyum tilsamans.