Toskur fyri 160 krónur kilo

Teir danir, sum halda tann gamla siðin at eta tosk á nýggjárinum, fáa ikki trupulleikar við at fáa tosk á borðið hesaferð, men hinvegin verður hetta ein av teimum dýru máltíðunum.

-Tað er ov mikið av toski, men prísurin er tann hægsti, sum vit vita um, sigur formaðurin í felagnum hjá donskum fiskahandlum, Mario Maric, við kringvarpið DR. Hann sigur, at tað hava verið so fáir uppboðssøludagar millum jól og nýggjár í ár, og at tað er tað, sum hevur koyrt prísin upp ígjøgnum.

Peter Fischer, sum hevur fiskahandil á Sjællands Odde, sigur, at hjá teimum kostar heilur toskur 100 krónur kilo. Í fjør var prísurin 60 krónur, sigur hann.

Tað eru serliga tey í Keypmannahavn og har um vegir, sum noyðast at rinda nógv fyri nýggjárstoskin hesaferð. Sambært DR kostar heilur toskur 160 krónur kilo í høvuðsstaðarøkinum.

Fiskahandlarnir siga, at halda fólk toskin vera í so dýran, kunnu tey fáa hýsu ella longu, sum ikki kosta so nógv sum toskurin.