Eina ferð um árið hevur Fiskirannsóknarstovan eitt lutakast um 10.000 krónur. Hetta lutakastið er millum teir persónar, sum hava latið stovuni fiskimerki seinasta árið.
Fiskirannsóknarstovnan merkir javnan fisk, og tá ið hesi merki verða funnin aftur undir fiskiskapi, skulu tey sendast Fiskirannsóknarstovuni.
Persónarnir, sum senda fiskamerki inn, eru síðani við í lutakastinum um tær 10.000 krónurnar.
Lutakast í Klaksvík
Lutakastið var á kantinuni á Kósavirkinum í Klaksvík fyrr í vikuni, og navnið, sum varð drigið upp úr posanum, var Heðin Jensen úr Havn. Heðin er við línuskipinum Thomas Nygaard, sum var tað skipið, sum hevði sent flest fiskamerki inn.
Tann 25. apríl í ár fekk Heðin ein merktan tosk, meðan teir royndu vestan fyri Mykines. Toskurin var merktur 25. oktober 2002 á nærum sama staði, har hann var fingin.
Toskur við stórum virði
Toskurin, sum var 70 cm til longdar, var rak og var ikki vaksin nakað hesa tíðina.
Hóast hesin toskurin var eins og flestu aðrir toskar, fekk hann eitt virði á 10.000 kr. Tað má uttan iva vera tann virðismesti toskurin, sum er landaður í ár. Fiskirannsóknarstovan ynskir Heðini tillukku við vinninginum og takkar øllum, sum lótu fiskamerkir inn. Eftir ætlan verður lutakast aftur um eitt ár.