Toskur fekk góðan prís

Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun sløk 35 tons av fiski fyri stívliga 611.000 krónur.

Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun sløk 35 tons av fiski fyri stívliga 611.000 krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 17,49 krónur fyri kilo.

 

Størsta einstaka nøgdin á marknaðinum í morgun var toskur, harav mest var av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 20,23 krónur fyri kilo.

 

Næst størsta einstaka nøgdin var hýsa, og her var mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 13,62 krónur fyri kilo.

 

Nøgdirnar av øðrum fiskasløgum vóru rættiliga smáar. Her var eitt sløð av hvítingi, longu og reyðsprøku. Prísurin á toskarognum í morgun var sjey krónur fyri kilo.