Dánjal Petur Højgaard
?????????
Sum svar uppá mínar viðmerkingar til útvarpskjakið millum Jón Kristjansson og Petur Steingrund, hevur mín kæri skyldmaður og tingmaður Kári P. Højgaard eitt inlegg í Dimmu og Sosialinum 28. juni. Kári er kendur sum dúgligur útróðrarmaður og fiskimaður, ið ikki breðgur úr ætt. Fyri kortum var hann ein troltúr á landleiðini og gav sær tá far um føðina hjá veidda toskinum á umleið 60 favna dýpi. Eg fari ikki at sáa iva um, at her var talan um hvítingsbróðir í maganum. Hóskandi kundi tó verið at spurt her: 1) hvussu nógvir fiskar vórðu kannaðir og 2) hvussu nógv prosent av vektini var hvítingsbróðir fyri hvønn fisk. Til samanberingar má havast í huga, at magakanningarnar hjá Fiskirannsóknar-stovuni fevna um allan føroyska landgrunnin (100 kanningarøkir í mars og 200 í august). Hesar sera umfatandi kanningar sýna fyri tíðina 1997- 2003, at høvuðs-føðin (uml. 80 %) á ytri leiðunum í hesum tíðar-skeiði var hvítingsbróðir og svartkjaftur, meðan nebbasild og krabbadýr vóru høvuðsføði á innaru leiðunum. Við tílíkum kanningum um allan landgrunnin verður sjálvsagt talan um nakað av stigvísari gongd og "yvirlapping" í einum millumøki. Á einum vinnuligum fiskitúri eru stundir neyvan til at gera stórvegis kanningar av føði, meðan fiskur er á dekkinum. Allir mans skulu skunda sær at gera reint og fáa fiskin til høldar. Sostatt rokni eg ikki við, at talan er um eitt stórt tal av fiski, ið varð kannað á hesum nevnda túri. Við slíkum lutfalsliga fáum eygleiðingum ber ikki til at mótprógva teim sera umfatandi magakanningunum um allan grunnin hjá Fiskirann-sóknarstovuni. Hetta er at líkna við ein, ið fylgir við atkvøðubýtinum á einum valdegi til løgtingsval. Um nú til dømis tvær bygdir í Eysturoynni góvu 25 og 37 % atvkøður til Sjálvstýrisflokkin, ja so hevði nokk verið sera bláoygt at gingð út frá, at hesi tøl hildu sær fyri restina av landinum. Tá hevði verið best at bíðað til fleiri valdømi, ella allar atkvøður vóru upptaldar. Sama er galdandi fyri eina føðikanning hjá toskinum. Har er og verður neyðugt at taka við øll øki fyri at fáa ein góðan tvørskurð, ið hagfrøðiliga umboðar øll sløg av botni osfr. til tess at fáa góð miðaltøl fyri føðini. Á nøkrum kannaðum økjum fer altíð at vera talan um eitt ávíst frávik frá miðaltalinum. Men herfyri fer hvørki fiskimaður ella granskari við virðing fyri sær sjálvum at vraka miðaltalið, bert hann/hon finna frávik frá miðal.
Nógv tilfar er til taks um gróður og tilgond á Føroyaleiðini
Rúgvismikla kanningartilfarið hjá Fiskirannsóknarstovuni um t.d. gróður og tilgongd av toski hevur verið væl og virðiliga lagt fram fyri almenningin hesi seinastu árini: Tvær ferðir á risastóru fiskivinnustevnuni "Fish Fair" í Runavík, umframt fyrilestrar í nógvum bygdum, har "Magnus Heinason" eisini vitjaði. Sum føroyingar eiga vit at vera errin av, at tað hevur eydnast dugnaligu vísindafólkunum á Fiskirannsóknarstovuni at finna eitt ser-stakliga gott samsvar millum gróðurin og t.d. tilgongd av toski á Føroya-leiðini (sjá viðlagdu mynd, ið samanfatar kanningarúrslit fyri gróður, lomviga, tosk og hýsu). Tað er einki minni enn eindømi í Atlantshavinum, at hesi viðurskifti eru so greið og týðulig sum á Føroya-grunninum. Mær tykir, at tað er ein skylda hjá fólki, ið viðgerð og tekur avgerðir um fiskivinnumál, at tey hava sett seg væl inn í verandi kanningar á føroysk-um havøki. Her fæst t.d. eisini svar uppá spurningar um "horvna" toskin í nítiárunum.
Burðardygg veiða
Kári kemur at enda í innleggi sínum inn á burðardygga veiðu. Her kunnu vit skjótt semjast um, at tað verður altavgerðandi fyri lívið her á klettunum, at øll fiskiveiða verður burðardygg - bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga. Burðardygg veiða er eitt máttmikið hugtak og eitt ediligt mál at seta sær fyri. Stóra takið er so at finna fram til, hvussu føroyingar skullu náa hesum máli. Tað er ongin ivi í míni sál um, at skal burð-ardygga leiðin veljast og finnast, so má og skal henda leið byggja á kanningar og aftur kanningar, væl at merkja vísindaligar kanningar av livandi tilfeinginum í havinum og hvussu hetta verður ávirkað av ikki-livandi viðurskiftum. Her kunnu føroyingar vera stoltir av at eiga ein stovn sum Fiskirannsóknarstovuna, ið fremur eina gransking av havi og lívi á einum sera høgum vísindaligum stigi.
Av innlegginum hjá Kára, meti eg ikki, at hann higartil hevur verið partur av tí kóri, sum í langt áramál hevur ført eina niðurgerðandi herferð móti hesum stovni og meginpartin av føroyskari gransking á hesum øki. Vónandi hendir tað heldur ikki í framtíðini.
Framtíðar kanningar og endi
Nú bleiv hetta nakað langt; men málið er so mikið álvarsamt, at hetta bleiv neyðugt í hesum føri.
Flestu av okkum eru vit glað fyri og góð við føroysku sjúkrahúsini og føroyska heilsuverkið annars. Hesi kanna, viðgerða og lekja mangan føroying millum ár og dag. Á leið somu kenslu áttu vit at havt yvirfyri Fiskirannsóknarstovuni, ið ger eitt dygdargott kanningarar-beiði á sera fjølbroytum økjum innan havgransking. Nógv ymiskt áhugavert, forvitnisligt og viðkomandi í havinum verður útgreinað og uppklárað. Soleiðis at vit í dag skilja munandi meira um samanhangirnar í havinum á Føroya-leiðini, enn fyri t.d. 10 árum síðani.
Einar meir ella minni sjálvstøðugar Føroyar kunnu hvørki vera eitt heilsuverk ella eitt hav-kanningarverk fyri uttan! Burðardygg gagnnýtsla av havsins ríkidøm verður óiva tilverugrundarlag okkara nógv ár fram í tíðina. Tí er umráðandi at kunnleikin til hav-vistfrøði gerst enn størri og enn betur framyvir. Nógvir lunnar eru longu nú lagdir á hesum øki. Nærlagda kanningarleiðin, ið Hjalti í Jákupsstovu hevur stungið út í kortið fyri Fiskirann-sóknarstovuna, eigur at halda fram. Tað verður okkum øllum her á landi til gagns og gleði. Haraftrat mega vit minnast til, at umdømi føroyinga í altjóða samfelagnum eisini er nær tengt at, í hvønn mun vit kanna, kenna og røkja livandi tilfeingi. Hetta kemur í sambandi við sølu, prís og eftirspurning av føroyskum fiskavørum eisini at hava sína ávirkan. Sum nógv bendir á beint nú, gerast framtíðar fiskamarknaðir alt meira viðbreknir. Tí er alneyðugt at halda fast við tað, sum "er í leikum vunnið" á tí kannandi leiðini og ikki hálsa um og blaka alt fyri borð, fyri tann skuld um lættkeyptir hokus-pokus-profetar koma rekandi inn um eingjargarðarnar.