Í dag kom fram, at felagið hjá hummarafiskimonnum hevur eina avtalu við alifyritøkuna, Marine Harvest, sum alir í Sundalagnum Norður. Sagt verður, at alifyritøkan rindar limum í felagnum eitt gjald fyri tap, sum hummaramenn hava av alingini.
Jørgin Bech á Skála sigur, at hann dugir ikki at meta um, hvørja ávirkan aling hevur á hummaran, men sjálvur hevur hann staðfest við egnum royndum og eygum, at toskur, sum kemur inn á fjørðin, etur nógvan hummara.
- Eg fekk 10 smærri toskar ella smáfiskar á Skálafjørðinum ein dagin herfyri, og her høvdu teir flestu hummara - og bara hummara - í maganum, sigur hann.
Jørgin Bech hevur eisini snakkað við útróðrarmann um hansara leiðir, sum hevur sett onkra setu á Tangafirði, tá líkindi ikki vóru at fara úr landi.
- Hesin sigur tað sama - at toskur, sum kemur inn á fjørðin, vanliga hevur hummara í maganum. Tað er tí ein spurningur, hvussu nógvur hummari verður etin av toski, og hví toskur kemur inn á firðirnar at eta hummara, sigur Jørgin Bech á Skála.










