Toskur er heimkærur


 

Magnus Heinason hevur á royndarveiði í fjør gjørt eina áhugaverda eygleiðing. Teir hava roynt at flyta tosk millum tær ymisku leiðirnar. Hetta er gingið fyri seg á tann hátt, at Magnus Heinason hevur trolað eftir toski á einari leið, teir hava síðan merkt toskin og slept honum út aftur á eini aðrari leið. Trolingarnar hjá Magnus Heinasyni í fjør vísa, at fleiri toskar, sum vóru veiddir eitt nú eystanfyri og síðan sleptir út vestanfyri, teir vóru aftur fingnir í trolinum hjá á sama staði, sum teir upprunaliga vóru veiddir.