Hýrurin á útróðrarmonnunum í Lofoten hevur verið góður í seinastuni, tí menn hava ongantíð vitað um, at so nógvur toskur er komin inn á Vestfjørðin at gýta sum í ár. Í Norges Råfisklag vænta tey, at eini 200.000 tons av toski fara at koma upp á land hesa tíðina. Útróðrarmenninir eru tó ikki heilt nøgdir við prísin. Teir fáa einar 16 norskar krónur í meðal fyri kilo, men undrast á, at feskur fiskur kostar millum 70 og 80 krónur kilo í handlunum.
Tann nógvi toskurin kemur ikki óvart á fiskifrøðingarnar. Tað er í fyrsta lagi skilagóð stovnsrøkt, sum gera tað, men heitari sjógvur ger kanska sítt, siga teir.