Seinastu árini hava tvey feløg gjørt royndir við toskaaling í Føroyum, men nú eru hesar royndir steðgaðar, og tí verður eingin toskur í løtuni aldur í Føroyum. Í Nesi í Hvalba hevur felagið Faroe Cod Farrm alt tosk í kørum, og á Árnafirði hevur Bakkafrost alt tosk í ringum.
Meginparturin av tí fiski, sum hevur verið aldur, er undan toski av Føroyabanka.
Tað er ein tíð síðan, at seinastu aldu toskarnir vórðu tiknir í Nesi í Hvalba, og seinasta summar vórðu seinastu toskarnir, sum Bakkafrost hevði á Árnafiðri, tiknir.
Richard Rognsøy hevur staðið á odda fyri alingini í Hvalba og stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, hevur sum stjóri havt ábyrgdina av alingini á Árnafirði.
Teir eru samdir um, at orsøkin til, at toskaalingin nú er steðgað, er, at prísirnir á aldum toski ikki geva grundarlag fyri lønandi aling í løtuni.
Teir eru eisini samdir um, at biologiskt er einki til hindurs fyri at ala tosk. Fiskurin trívist væl, og vøksturin hevur verið góður.
Í Hvalba hugsa tey um at fara undir aling av laksi, men felagið hevur enn ikki søkt um loyvir til tað.
Á Bakkafrost sigur Regin Jacobsen, at teir framhaldandi fara at satsa upp á laksin, og fyribils verður eingin toskaaling í konseptinum hjá felagnum.