Í nógv ár var Helgi Jacobsen útvarpsmaður, sum hevði serligt fokus á fiskivinnu og aling. Nógv dygdartilfar varpaði hann út. Nú hevur Helgi í nógv ár skrivað bøkur, eitt nú um fiskivinnu og aling.
Í dag leggur Helgi Jacobsen á facebook sína áskoðan á tosið um aling og lúsapláguna, sum hevur verið frammi seinastu vikurnar.
Helgi sigur soleiðis:
Tað liggur ein sera stór ábyrgd á alarunum, nú høvuðspersónarnir í alivinnuni rópa varskóð um lúsapláguna. Ábyrgdin er bæði búskaparlig, men ikki minst umhvørvislig.
Sjálvur haldi eg meg til orðini hjá vísmanninum Andriasi Reinert, sum hann segði á Alitinginum bæði í 1990 og 1992: "Vit mugu læra okkum at ala innan fyri teir karmar, sum náttúran setir."
Við hesum tíðarleysu ráðum er næsti spurningur: "Ala vit í dag innan fyri teir karmar, sum náttúran setir?"
Tað er gott, at KVF setir ljós á trupulleikan. Um nú alt skrædnar og botnurin fer undan, nyttar tað einki, at Jan Lamhauge ella onkur annar ger eina sending um fimm ár, um hvat tað var, sum gekk galið. Eg uppfati tað sum nakrir av alistjórunum siga í fjølmiðlunum nú sum eitt neyðarróp um betri samstarv og um at tað almenna má taka størri ábyrgd og broyta verandi reglugerðir.
Tað gekk ikki við 65 alifeløgum, tað gekk heldur ikki við 25 feløgum, men tá bara 3-4 vóru eftir, hildu alararnir sjálvir, at nú fór tað at verða munandi lættari at stýra alivinnuni.
Tað hevur tað helst verið. Fiskurin hevur havt tað betri og innaneftirlitið hevur ivaleyst virkað. Vit hava eina alivinnu, sum er sera framkomin og vit hava fólk, sum duga væl at fáa sum mest burturúr.
Okkurt bendir tó á, at vit ala ikki innan fyri teir karmar, sum náttúran setir. Er tað so, er tað eisini viðkomandi at spyrja, um laksalúsin setir seg á fiskin, tí hann mistrívist - og ikki sum vanliga uppfatanin er, at laksurin fer at mistrívast eftir at lúsin hevur sett seg á laksin. Síðani koyrir tað víðari í eini óndari ringrás.
Vit hoyra millum orðini hjá stjórunum á alifeløgunum, at spenningur er millum feløgini um alipolitikkin. Mín vón er, at alararnir semjast um framtíðar mannagongdir í alivinnuni. Alt ov nógv stendur upp á spæl.











