Serbiski vongspælarin Zoran Tosic er ikki nøgdur við sáttmálan, sum Manchester United hevur boðið honum, men hann er sinnaður at taka støðu til eitt nýtt tilboð. Enska felagið hevur samráðst við serban seinastu tíðina, og United og Partizan, sum Tosic spælir fyri, eru komin ásamt um ein prís fyri spælaran. - Eg rokni við, at vit fara at finna eina loysn, og tí umhugsi eg ikki onnur feløg í løtuni, sigur Tosic, sum hevur spælt 12 landsdystir fyri Serbia.









