Tosar um kjarnan

Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyrilestri í Ovastovu í kvøld, hóskvøld, klokkan 20. Tað er Einar Solheim, evnafrøðingur, sum heldur fyrilestur um nýggja stóra granskingarkjarnan í Bergen, sum kostaði eina milliard krónur og sum stóð liðugur í fjør.
Granskingarkjarnin PROBE, sum hann er nevndur, er ein brannýggjur tjóðar proteingranskingarkjarni við Universitetið í Bergen. Bygningurin hevur ta nýggjastu og mest framkomnu tøkniligu útgerðina, ið finst á marknaðinum. PROBE er fíggjað av UiB og FUGE-ætlanini, (FUGE: Funksjonell Genomforskning) og fekk 20 milliónir norskar krónur játtaðar til keyp av útgerð. Kjarnin luttekur í altjóða samstarvsverkætlanum um proteingransking.
Einar Solheim, sum í løtuni hevur farloyvi frá 1. amanuensis-starvi á Instituttinum fyri Farmakologi, er starvsettur á PROBE. Hann fer í fyrilestri sínum at umtala henda granskingarkjarnan, tøkniligu framkomnu analysu-útgerðina og uppgávur, sum kjarnin dagliga arbeiðir við.

hkm