Tosa við sandingar um at bjarga vatninum

Umvørvisstovan hevur farin undir eitt samskifti við bygdaráðið á Sandi um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at bjarga øllum lívi í vatninum frá at kódna í dálking. Og málið hevur skund, tí vatnið er so illa dálkað, at tað gongur ikki long tíð, so er alt lív í vatninum forkomið.

Tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av umhvørvisdálking á hesum øki.

- Men tað skerst ikki burtur, at í hesum føri hevur Sands Kommuna misrøkt sínar skyldur, so tað munar, sigur Johanna Olsen, leiðari á Umhvørvisstovuni.

- Vit hava havt fund við bygdaráðið á Sandi og avtalan er, at kommunan skal arbeiða við eini loysn fyri, hvussu dálkingarkeldurnar verða beindar burtur frá vatninum.

Ein dálkingarkelda er Meginskúlin á Sandi, har spillvatnið rennur í vatnið. Men tí trupulleikanum hevur Sands Kommuna arbeitt við og har er ein loysn heilt nær so at alt frárensl frá skúlanum verður leitt í eina kloakk og veitt burtur.

Men tað eru eisini húsarhald, sum hava sínar kloakkir rennandi í vatnið og ein onnur stór dálkingarkelda eru bøndur, sum tæða lendið framvið vatninum og har tæðingarevni seyrar út í vatnið.

- Vit hava eina kunngerð, sum sigur, at í fyri 1. januar í 2011, skulu allar kommunur lata Umhvørvisstovuni eina ætlan fyri, hvussu alt spillvatn í kommununi skal veitast á sjógv og tað skal Sands Kommuna eisini halda seg til.

Men ætlanin er eisini, at kommunan skal taka upp samband við bøndur um tæðingina fyri at gera reglar fyri, nær í árinum, tæðast kann og hvussu nógv kann tæðast.

Johanna Olsen sigur, at ongin tíðarfreist er ásett. Men dálkingin er álvarslig og Umhvørvisstovan fer at fylgja við at kommunan veruliga ger nakað við málið og fer at biðja kommuna um eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu trupulleikin verður loystur innan rímiliga stutta freist.

Eitt nú hevur kommunan sagt, at um tveir, tríggjar mánaðir er alt frárensl frá Meginskúlanum, lagt í kloakk og Umhvørvisstovan fer eisini at binda kommununa upp á tað tíðarfreistina.