Tosa við norðmenn um handilsforðingar

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer í dag at tingast við norskar ráðharrar um handilsforðingar Í Oslo skal Jørgen Niclasen hitta Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharran og Heidi Grande Røys, sum er norskur ráðharri í norðurlandamálum.

Á fundunum fer Jørgen Niclasen at royna at fáa burtur handilsforðingar í sambandi við útflutning av føroyskum alifóðri og heilivági til Noregs. Eisini fer uttanríkisráðharrin at greiða nærri frá landsstýrisins egnu ætlan um ein virknan leiklut í sambandi við danska formansskapin í Norðurlandaráðnum í 2010.

Umframt hesi evni fara uttanríkisráðharrarnir at umrøða, hvussu komast kann víðari í málinum um føroyskan EFTA limaskap, sigur uttanríkisráðið.