Tosa um val í heyst

Millum politiskar eygleiðarar er slaturin veruliga farin at ganga um, at vit møguliga fáa eitt val í heyst. Løgmaður ætlar sær tó ikki at skriva út val, fyrr enn valskeiðið er av

 

Seiglívaður slatur er farin at ganga um, at val verður útskrivað í heyst. Og enntá er nýggi landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Óli Holm, endurgivin fyri at siga, at hann væntar val í heyst.

Eisini veit Sosialurin, at limir í Tjóðveldisflokkinum, sum búgva í Norðoyggjum, herfyri hava fingið bræv frá Tjóðveldisflokkinum við umbøn um fíggjarligan stuðul til eitt løgtingsval, ið stendur fyri durum.

Løgmaður veit tó einki um nakað val í heyst.

? Verður val í heyst, er tað ikki tí, at eg havi útskrivað tað. So má tað vera tí, at meiriluti er fingin fyri tí í løgtinginum, sigur løgmaður.

Tjóðveldisflokkurin avsannar eisini tíðindini. Heini O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins, váttar, at hann hevur fingið eitt bræv við umbøn um stuðul til eitt tilstundandi løgtingsval. Men hann sigur seg einki vita um, at Tjóðveldisflokkurin handan leiktjøldini arbeiðir við at fáa løgtingið at samtykkja at val at verða í heyst.

? Men tað kann tó altíð henda, at vit fáa eitt val í heyst. Við hesi gongdini vita vit ikki, hvat hendir, sigur Heini O. Heinesen.

Tað bar ikki til at fáa viðmerking frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldisflokkinum, áðrenn blaðið fór í pressuna beint eftir døgurða í gjár.