Tosa um vápnahvíld í Sýrialandi

ST-semingsmaðurin í Sýrialands-kreppuni, Lakhdar Brahimi, hevur skotið upp, at teir stríðandi partarnir halda vápnahvíld í fýra dagar í sambandi við eina muslimska hátíð, sum byrjar tann 26. oktober.

Báðir partar taka væl ímóti uppskotinum hjá semingsmanninum.

-Vit vilja fegin viðgera hetta uppskotið, sum vit fara at tosa við Brahimi um, sigur talsmaðurin hjá sýrisku stjórnini, Jihad Maqdisi, við fronsku tíðindastovuna AFP. Hann leggur afturat, at friður er treytaður av, at báðir partar binda frið. Tað er eisini líkt til, at uppreistrarmenninir eru til reiðar at lata vápnini liggja nakrar dagar.

-Gevast teir at bumba okkum, leggja vit eisini okkara vápn, sigur ein talsmaður fyri uppreitrarleiðsluna við AFP.

Málið hjá Lakhdar Brahimi er, at teir fýra friðardagarnir skulu gerast byrjanin til varandi frið. Hann er í hesum døgum á rundferð í Miðeystri fyri at leita sær stuðul til friðarroyndina.