Tosa um samkynd

Danski kirkjumálaráðharrin Tove Fergo skal nú tosa við donsku bisparnar um at víga samkynd í kirkjuni. Hetta skrivar Kristeligt Dagblad. Bisparnir hava meldað út, at teir eru ímóti at víga samkynd í donsku kirkjuni. Men Kristeligt Dagblad skrivar, at løgfrøðingarnir í danska Kirkjumálaráðnum halda, at onki forðar teimum samkyndu í at verða gift í kirkjuni. Tove Fergo sigur seg vera meir samda við bisparnar í Danmark enn løgfrøðingarnar í hennara Kirkjumálaráði.