Tosa um nýtslu hjá børnum

Hóskvøldið fer Erika anna Hayfeld at tosa um børn og teirra brúk. Tað ger hon á Klaksvíkar bókasavni

Erika Anna Hayfield er phd-studerandi í tí partinum av marknaðarførslu, ið snýr seg um atburðin hjá brúkarum. Hon fer at tosa um tann týdning, børn hava sum brúkarar.
Sagt verður, at fyrilesturin er á føroyskum og einum støði, sum er vælegnaður til bæði ung og vaksin.
Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa.
Fyrilesturin verður frá kl. 19.30.