Tosa um drykkjuskap hjá foreldrunum

Eitt endamál er at fáa børn og ung at skilja, at tað er ikki teirra skyld, at foreldrini drekka

 

Øll hava rætt til góða barnaár!

Tað staðfestir Blái Krossur. Men tað eru ikki øll, sum hava góð barnaár, tí at foreldrini drekka ov illa.

 

Nú hevur Blái Krossur gjørt samrøðubólkar fyri børn og ung. ið hava foreldur við rústrupulleikum og tey byrja aftur nú í januar.

 

Endamálið við bólkunum er at vísa børnunum og teimum ungu, at tey ikki eru tey einastu, sum hava foreldur við trupulleikum av rúsdrekka ella rúsevnum.

 

Endamálið er at geva teimum høvi til at tosa við onnur í líknandi støðu um kenslur og tankar og at fáa tey at skilja, at tað IKKI er teirra skyld, at foreldrini drekka, ella brúka rúsevni. Og tað er heldur ikki teirra ábyrgd at fáa tey at gevast.

 

Endamálið er eisini at greiða teimum frá, hvat tað merkir at vera bundin av rúsevnum, og at fáa tey at skilja, hvat tað er sum hendir við foreldrum, ið eru bundin av rúsdrekka ella rúsevnum.

 

Bólkarnir eru fyri børn og ung í fólkaskúla- og miðnámsaldrinum og verða settir saman eftir aldri, soleiðis at tey í bólkinum eru um sama aldur.