Tosa um at fáa flóttafólk til Føroya

Skulu føroyingar taka ímóti flóttafólki?

Tað er ein spurningur, Amnesty International í Føroyum setir sjóneykuna á í annaðkvøld.

Í hesum sambandi verðu almennur fundur í Mannarættindarúminum á Kongabrúnni Klokkan 19 í annaðkvøld, har kjak verður um flóttafólk í Føroyum.

Samgongan hevur sett sær fyri at yvirtaka útlendingamál, men flóttafólkamál skulu ikki yvirtakast.

- Flóttafólk eru ein átrokandi trupulleiki í Evropa, og fyri fáum døgum síðani lótu fleiri deildir hjá Amnesty Evropatinginum 70.000 undirskriftir við herrópinum, S.O.S. Evropa, fyri at fáa londini í Evropa at fara saman um ein felags flóttafólkapolitik, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty í Føroyum.

- Endamálið við tiltakinum í annaðkvøld er at varpa ljós á flóttafólk og at umrøða eitt evni, sum annars sjáldan verður umrøtt í Føroyum.

Á fundinum fer Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, greina altjóða lóg í samband við flóttafólk.

Bergur Berg, fultrúi í Mentamálaráðnum, fer at greiða frá arbeiðnum í umsitingini í samband við flóttafólkaspurningin seinastu árini.

Á fundinum fer eisini Siri Tórgarð, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi, at greiða frá sjónarmiðunum hjá Reyða Krossi.

Tey fara eisini at vísa ein film, tey hava gjørt, har politikarar greiða frá sínum sjónarmiðjum um flóttafólk í Føroyum og inn ímillum fer Unn Patursson at syngja og spæla.