Tað varð eitt rættiligt maraton, tá ið Løgtingið í gjár viðgjørdið uppskotið um at broyta hjúnabandslógina.
Farið varð undir orðaskiftið beint eftir klokkan 10 í gjáramorgunin og tað endaði ikki fyrrenn klokkan 18.30 í gjárkvøldið og sostatt vardi tað í góðar átta tímar.
Hugurin at taka orðið var nevniliga ógvuliga stórur og tilsamans tóku løgtingslimir orðið heilar 330 ferðir til at halda røðu, og til at gera viðmerkingar til tær røður, sum vórðu hildnar.
Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið vælsignað í eini kirkju. Tað er tað, sum stendur í tí nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.
Men nú tað er samtykt , at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, er tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í. Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið samtkyt í kirkjuni.
Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta hesa lógargreinina, soleiðis, at tað verður kirkjan sjálv, sum skal taka støðu til um hon vil vælsignað eini hjún, sum eru borgarliga vígd.
Í hesum sambandi er tað eisini gjørt greitt, at kirkjan kann ikki vælsignað eini samkynd hjún, fyrrenn hon hevur eitt ritual til tað. Sum er, hevur kirkjan eitt ritual í sambandi við at vælsigna hjún ímillum mann og kvinnu, men hon hevur onki ritual í sambandi við at vælsigna eini samkynd hjún og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur avgerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.
Men tað kom ikki óvart á, at viðgerðin í Løgtinginum tók so rúgva tíð, tí tað eru fleiri tinglimir, sum rætt og slætt kalla hetta týdningarmiklasta mál, Løgtingið nakrantíð hevur viðgjørt.
Teir tinglimir, sum halda tað, siga, at spurningurin um at loyva samkyndum at giftast, er at gera seg inn á sjálvan grundvøllin í okkara samfelagi, sum er tað kristnað hjúnalagið ímillum mann og kvinnu, og kristnu siðalæruna yvirhøvur.
Og tískil royna teir til at tað síðsta at steðga málinum. Men nú er tað so farið til framhaldandi umrøðu í Mentanarnevndini, og so verður tað enn einaferð til umrøðu í Løgtinginum.