Tosa, nýt data og smsa frítt í Evropa

– Fyrst tóku vit landamørkini burtur við fríari talu. Nú verður alt íroknað. Vit kalla nýggju tænastuna REIKA SUM HEIMA, og hon gevur tær fult frælsi at tosa, nýta data og smsa til, í og úr nærum øllum Evropa. Øll Fríhaldini fáa fríu smsini, meðan tvey Fríhald fáa datanýtsluna íroknað.

 

Hesum boðar Føroya Tele frá í morgun.

 

Føroya Tele sigur, at tað at ferðast við einum Fríhaldi frá Føroya Tele verður nú uppaftur bíligari og lættari.

 

– Vit hava tikið tørvin hjá vinnulívinum til eftirtektar og kunnu hervið avdúka eina nýggja og ómakaleysa uttanlandstænastu. Fría talan fevnir nú eisini um sms og íroknað data. Vit geva tær REIKA SUM HEIMA.

 

Føroya Tele sigur víðari:

 

»Í sambandi við REIKA SUM HEIMA gera vit nakrar tillagingar. Vit broyta Fríhald 4GB og Fríhald 8GB til framyvir at eita Fríhald+ 4GB og Fríhald+ 8GB, og orsøkin er einføld. Vit víðka um innihaldið í hesum báðum haldum, so at tú, umframt at kunna tosa 20 tímar til og 20 tímar í Evropa, framyvir kanst senda 1000 smsir frítt til, í og úr nærum øllum Evropa og kanst nýta alt títt íroknað data úti í Evropa júst sum heima í Føroyum.

 

Hetta er REIKA SUM HEIMA, og hervið fært tú fult frælsi at tosa, nýta í mesta lagi 10GB data uttanlands og smsa til og í útlandinum. Nú endar so statt tíðin við stórum eykarokningum og høgum uttanlandskostnaði, tí við REIKA SUM HEIMA eru prísirnir teir somu, sama hvar tú ert.

 

Hevur tú frammanundan annaðhvørt Fríhald+ 4GB ella Fríhald+ 8GB , er ikki neyðugt at gera nakað fyri at fáa nýggju tænastuna. Hevur tú hinvegin Fríhald 1GB, fært tú fríu smsini íroknað.

 

Eins og áður ert tú í tryggum hondum, tá tú nýtir fartelefonina uttanlands. Tryggleikin er tann sami, og hann er framvegis í hásæti. Vit fylgja tær á ferðini og kunna teg leypandi um nýtsluna. Fyri teg merkir hetta, at tú bara kanst fara avstað. Tú kanst ómakaleyst pakka kuffertið, njóta ferðina og lata okkum um rest.«