Síðani FSF gjørdi av, at Bartal Eliasen skuldi fáa leikbann í tveir dagar, hava spælarar, venjarar og leiðsla hjá ÍF ikki vilja gjørt viðmerkingar av nøkrum slag í fjølmiðlunum. Hetta tí tey søgdu seg óttast enn fleiri leikbann frá FSF. Mikukvøldið er Formula-bóltur aftur á skránni, og tá hevur Bartal Eliasen aftur loyvi at spæla. Og sambært formanninum í felagnum, Dan Petersen, verður sjálválagda talubannið hjá ÍF tá avtikið.