Tosaði hvørki føroyskt ella enskt

Annar FIFA-dómari okkara, brasilski Alex Troleis, hevði tað trupult fyrstu tíðina í Føroyum.

Tað eru stórar broytingar farnar fram í lívinum hjá Alex Troleis, øðrum av FIFA-dómarum okkara, sum fyri 16 árum síðani fór úr heimlandinum Brasilia til Portugal at arbeiða, men av tilvild endaði í Føroyum.


Tað var umvegis ein brasilskan vinmann í Portugal, at Alex fekk samband við Føroyar, her hann nú, hóast hann at byrja við ikki dugdi eitt orð á hvørki føroyskum ella enskum, nú stórtrívist, er giftur og eigur tvey børn.


- Eg minnist, at tá ið Petur Mohr var venjari, segði hann við allar á liðnum, at teir skuldu renna eyka, um teir tosaðu enskt við okkum. Hann vildi, at vit skuldu læra føroyskt, sigur Alex.


Við góðari hjálp frá eldri kvinnuni, sum hann búði hjá fyrstu tíðina og var sum ein omma fyri hann, umframt Sóley, sum hann giftist við, so tosar Alex í dag nærum flótandi føroyskt – og eisini enskt, sum konan, Sóley, tosar.


- Eg føldi hvussu lívið broyttist tá ið eg lærdi føroyskt, tí vóru fólk fitt ímóti mær áðrenn, so slapp eg nú at merkja tað enn meiri, sigur hann víðari.


Í Sosialinum í dag er drúgv og forvitnislig grein um Alex Troleis, har hann eitt nú greiðir frá uppvøkstrinum í Brasilia, lívið í Føroyum og um umskiftið frá fótbóltsspælara til dómara.