Tosar tú føroyskt við børnini?
Eg var ikki meira enn lend í Føroyum, tá ið eg fekk hendan spurning.
Eg plagdi at svara "nei" ella "eitt sindur", men hesaferð kundi eg errin svara "JA"!
Eg tosi føroyskt við synirnar her í Stockholm. Árið, vit búðu í Føroyum, gjørdi, at teir skiltu og tosaðu hampuligt føroyskt, tá vit fóru avstað aftur, og tað gjørdi tað lættari hjá mær at halda á fram við føroyska málinum.
Tá vit útisetar hittast, er málið hjá børnunum ofta eitt kjakevni. Tey flestu tosa føroyskt við børnini, men summi orka ikki.
Eg skilji tey!
Tí tað er ófatuliga strævið. Vænti faktiskt ikki, at nakar, ið ikki hevur roynt tað, kann skilja, júst hvussu strævið tað er. Hugsið tykkum støðuna - eg havi tveir synir, døgverðin skal á borðið, vinmenn eru á vitjan, sum ikki skilja føroyskt, og telefonin ringjur. Mitt í hesum skal eg tosa føroyskt við synirnar, svenskt við vinirnar hjá teimum, og svenskt við tey í telefonini.
Kann gott viðganga, at í slíkum førum er tað føroyska ein vavgreytur av øllum møguligum!
Eg gleðist tó sera nógv yvir, at teir skilja so væl føroyskt og tosa eitt sindur føroyskt eisini. Føroyskt er eitt lítið mál, men fyri mínar synir er tað lykilin til teirra røtur, og hann vil eg fegin geva teimum.
Hevði ynskt at skúlaverkið í Føroyum hevði stuðlað okkum føroysku foreldrum uttanlands við bókum, filmum og øðrum, sum kann lætta okkara gerandisdag.
Nú eru tað Trøllapætur og Klintrimús, ið verða spæld dag og dagliga!
Tá synirnir gerast eldri, vil eg fegin gera sum ein vinkona her hevur gjørt. Hon hevur havt síni børn í føroyskum skúla 1-2 mánaðir um árið. Tað hevði styrkt málið enn meira og lært teir at lisið og skriva føroyskt! Vónandi tekur føroyski skúlin ímóti okkum tá.
Ein lega fyri børn, ið búgva uttanlands við føroyskum foreldrum, hevði eisini verið super!
Hóast tað er striltið viðhvørt, so er tað tað vert, tá ein hoyrir tann 4 ára gamla spyrja beiggjan "Kvat gjert tú?" á reinum føroyskum!










