«Tosa enn við Mikkjal

Tað sigur formaðurin hjá B36, Sámal Ímundarsson, sum leggur afturat, at felagið ikki siglur í tungum sjógvi.

B36 vann fyrra árið FM við metnógvum stigum, men síðani hevur ikki gingið eins væl. Undan kappingarárinum í ár, so kunngjørdi felagið, at allir leikararnir skuldu 10% niður í løn. Í ár hevur ikki gingið væl í landskappingini, og felagið hevur mist fleiri leikarar til komandi kappingarár. Atli Danielsen er farin til KÍ, Bárður Olsen og Gunnar Zachariassen hava spurt seg fyri í millum annað HB, Lukasz Cieslewicz kann frítt finna sær nýtt felag, Jonas Flindt Rasmussen er farin aftur til Danmarkar, umframt at Klæmint Matras stillaðu gaggurnar á hillina í summar. Venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur heldur ikki tikið avgerð um hann heldur fram. Hann hevur sáttmála fyri komandi ár.

«Viðvíkjandi venjaranum, so hevur Mikkjal biðið um at fáa nakað av umhugsingartíð, og vit práta saman. Vit vóna at finna eina loysn skjótt. Eg kann leggja afturat, at við eru sera fegin um Mikkjal og ynskja sjálvandi, at hann heldur fram í felagnum, sigur Sámal Ímundarson við Sosialin.

Hóast Mikkjal ikki hevur verið virkandi venjari síðani kappingin endaði, so hevur hann alíkavæl hjálpt væl til.

«Tað hevur ikki ávirka arbeiði hjá okkum, at vit ongan venjara hava. Mikkjal hevur jú framvegis sáttmála, og hann hevur hjálpt okkum nógv hesa tíðina, sigur formaðurin í B36 víðari.

Fíggjarligt skil í B36

Frágongdin hevur fingið gongd í nógvar søgur um at B36 sigur í tungum sjógvi í fíggjarliga partinum. Tað avsannar Sámal partvís, og vísur á, at felagið nettup hevur reagera áðrenn tað kom í fíggjarligt óskil.

«Tað er rætt, at B36 skyldar nakrar pengar, men tað er ikki nógv. Vit kunnu hinvegin ikki lata standa til, tá vit síggja at fíggjarliga úrslitið ikki er nøktandi við kappingarenda. Vit hava tikið nøkur stig til fyri at venda gongdini, og tað tekur tíð, sigur Sámal Ímundarsson, og leggur afturat, at tað má so kosta hvat kosta vil

Stóri útreiðsliposturin er 1. liðið hjá monnum. Har skal eisni sparast og tí skulu spælararnir eisini niður í løn komandi kapingarár.

«Lønirnar hjá okkum eru ov høgar, og tí gongur tað eisini strilti at fáa leikarar at skriva undir, sigur Sámal ásannandi.

Stóra stjørnan á FM liðnum var Lukasz Cielsewicz. Hann hevur fingið frítt at finna sær nýtt felag, men er framvegis vælkomin í B36.

«Eg segði við Lukasz, at eg skuldi ikki standa í vegin um hann fann sær eitt nýtt felag, men vit arbeiða við eini loysn, so vit kunnu halda upp á hann, sigur Sámal.

Formaðurin er við gott mót, tá tosið fellur inn á framtíðina. Hann er ikki í iva um, at felagið sjálvt kann framleiða góðar leikarar.

«Vit hava eitt unglingalið, sum vann silvur í landskappingini, og vunnu steypakappingina í ár. Fleiri av teimum hava fingið sínar fyrstu minuttir á besa liðnum, og vónandi kunnu teir mennast. Men tað kunnu teir bara, um teir fáa møguleikan, sigur Sámal.

Sostatt er niðurstøðan, at B36 ikki er í fíggjarligum trongum skóm, men at teir ikki hava ráð at spæla við um tær tungu lønirnar, umframt at miðalaldurin á B36 minkar nakað til komandi kappingarár.