Føvuðsvinnan - fiskivinnan í Føroyum - hevur alstóran áhuga millum tingfólk.
Ikki tí tey eru samd um, hvussu hon skal virka, men tí tey eru áhugað í at býta virðini millum føroyingar.
Orsøkin til kjakið er eitt uppskot hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um uppboðssølu av uppsjóvarfiski næsta ár. Uppskotið mælir til, at tað sum kemur afturat kvotunumn næsta ár verður selt á uppboði eftir hesi lóg og so einari broyting, sum landsstýrismaðurin kemur aftur í tingið við í nýggja árinum.
Andstøðan heldur sum heild ikki, at hetta er nakað gott hugskot, tí hetta verður ov ógreitt og ikki gevur vinnuni tryggar karmar.
Samgongan heldur at hetta er skilagott, tí tað sum kvoturnar vaksa í mun til 2016, skal gerast atkomuligt hjá øðrum enn teimum, sum frammanundan eru í vinnuni.
Orðaskifti hevur higartil vart í fýra tímar uttan at nøkur ábending er um, at andstøða og samgonga nærkast hvørjum øðrum